Innrita

Útiseti óndur inn á Javnaðarflokkin

Heimatíðindi

Útiseti óndur inn á Javnaðarflokkin

Innlagt av Redaktiónini    tann: 10.01.2018  



Politikkur

HVUSSU NÒGV VIL JAVNADARFLOKKURIN FINNA SEG Í, spyr Virgar T. Dalsgaard á Facebook

Tað hevur leingi verið ein tragedia fyri trúgvar kjarnuveljarar í Javnaðarflokkinum at síggja, hvussu flokkurin hevur latið seg hundsa og kúga av tjóðveldissektini fyri at tekkjast og varðveita sínar landsstýriskrakkar, har javnaðarfólk næstan bara hava sitið sum dekorativir nips-figurar.

Flokkurin er heilt við at missa sín sociala profil, har hann fyrr var kendur sum ein pragmatiskur socialdemokratiskur flokkur við sterkari socialari indignatión og vanvirðing fyri turrgeldum chauvinistiskum orðaskvaldri úr loysingarliðinum.

Nú frættist, at flokkurin hevur innført beinleiðis censur móti einum ungum javnaðarmanni sum loyvdi sær at ávara flokkin um sín manglandi solidaritet við streikandi pedagogum, sum annars verða dúgliga stuðlaðir av øðrum fakfelagsfólkum.

Nógvir av hesum fakfelagsbólkum vóru fyrr roknaðir sum sjálvur stórviðurin í tí socialdemokratisku rørsluni

Tann hugdjarvi socialdemokraturin Djóni Nolsøe royndi at fáa sín egna flokk at rakna, finna aftur á rætta sociala leið og geva tí karráa tjóðveldis-bandanum durafjórðingin.

Men Djóni fekk munnband og talubann, so at tann sámuliga kritiska grein hansara bleiv eftir stuttari tíð burturbeind frá flokksins heimasíðum av sjálvari flokks-leiðsluni, sum ikki vil annað enn prostituera seg fyri tí diktatoriska fíggjar-fossinum. 
Hon situr sum ein tyranniskur eiturkoppur og spinnur alla samgonguna inn í fjøtrandi evna- og maktarloysi, hóast fleiri samgongufólk opinlýst ógvast við tann fossandi despotin.
Javnaðaflokksins rolla sum politiskir statistar hjá høvuðkambunum í samgonguni er avgjørt ikki klæðilig!

Flestallir veljarar fregnast eftir, NÆR Javnaðarflokkurin smoyggir tær meltandi tjóðveldisleinkjurnar av sær!

Vit eru nógv, sum enn minnast hvussu P. M. Dam, J. Fr. Øregaard, J. P. Davidsen og fleiri aðrir verbalt plagdu at buka ta destruktivu tjóðveldissektina á Løgtingi og ALDRIN vildu lúta fyri tí vitleysa loysingarpolitikkinum.

Men í dag mugu vit harmast okkara flokk, sum er blivin passivur áskoðari í øllum socialum víggi, meðan hann brúkar sítt lóður uppá eina "sonevnda serføroyska grundlóg", sum klassiskir javnaðarveljarar vamlast við og halda vera tíðarspillu og heilt óneyðugt tjóðveldisreyp av stakkala-stási.

Censurur móti skrivifrælsi er altið ússaligt og sambært ta donsku grundlógina er censurur forboðin!

At Javnaðarflokkurin troystar sær at kúga tað fría orðið fyri at smiska fyri teimum nationalistisku høvdkambunum er ynkiligt og tragikomiskt, men tað sigur eitt sindur um, hvussu ein eventuel serføroysk grundlóg fer at síggja út.

Har verður valla nógv frælsi fyri tey, sum vága sær at mótmæla ella IKKI VILJA GANGA Í TJÓDVELDISTAKT!

Har verður hvørki skrivi- ella tosifrælsi, heldur ikki brosi- ella skemtifrælsi.

Og tey ovurfreku, sum vága sær at flenna at loysingarliðinum, verða helst fjøtraði í Mjørkadali ella innløgd..

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur