Innrita

Umboðsráðsvalið er nú í tínum hondum.

Heimatíðindi

Umboðsráðsvalið er nú í tínum hondum.

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.02.2018  



Onnur Tíðindi

Niels Olaf Eyvindsson er eitt av valevnunum.

17 limir skulu nú veljast til Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna


Atkvøðurættur
Øll, ið eru og hava verið tryggingartakarar í Betri Trygging P/F síðan 1. janar 2018, hava atkvøðurætt..


Atkvøðuseðil heim til tín
Allir tryggingartakarar við atkvøðurætti fáa atkvøðuseðilin sendandi við postinum frá 12. februar.

Ert tú ein av hesum, kanst tú velja eitt av valevnunum, leggja atkvøðuseðilin í viðlagda brævbjálva, og senda okkum brævið aftur. Vit rinda postgjaldið.


Hevur tú ikki fingið atkvøðuseðil tann 14. februar, men metir, at tú ert tryggingartakari við atkvøðurætti, ert tú vælkomin at venda tær til okkara á tel. 345 6000 ella við at skriva til umbodsradsval@betri.fo

Tíðarfreist
Atkvøðuseðilin skal vera okkum í hendi á hesum bústaði:

Januar, løggilt grannskoðanarvirki,

Postboks 99,

FO 110 Tórshavn,

í seinasta lagi týsdagin 27. februar, kl. 17.00 .


© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur