Innrita

Tvær útgávukonsertir um vikuskiftið

Heimatíðindi

Tvær útgávukonsertir um vikuskiftið

Innlagt av Redaktiónini    tann: 17.10.2017  



Tónleikur

Tvær útgávur við upprunaføroyskum tónleiki verða lagdar fram í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Fríggjadagin 20. oktober kemur debutútgávan hjá

klaverúrmælinginum Mattiasi Kapnas “Kapnas spælir Blak” út. Sum navnið vísir á, hevur Kristian Blak skrivað tónleikin á útgávuni. Mattias granskaði og skrivaði um klavertónleikin hjá Kristiani í høvuðsuppgávu síni á Kongaliga Danska Tónlistaháskúlanum og valdi sum framhald at spæla tónleikin, hann var komin at kenna so væl, inn. Sámal Blak hevur málað fýra málningar til tey fýra ymsu verkini á útgávuni. Hesi myndprýða húsan og verða víst fram á konsertini.

Útgávukonsertin hjá Mattiasi verður fríggjadagin kl 19.30. Hin útgávukonsertin verður leygardagin 21. oktober kl 19.30 við Arnold Ludvig Sextet. Fløgan hjá teimum, Iceland, er onnur fløga hjá sekstettini og gav Arnold Ludvig tilnevning sum ársins sangari/einleikari og bólkinum tilnevning sum ársins bólkur/kór á Faroese Music Awards 2017. Útgávan fekk frálík ummæli frá Ivan Rod á Gaffa og Peter Rahbek á JazzSpecial.

Tónleikurin hjá Arnold Ludvig er eitt bland av modernaðum melodiskum norðurlendskum jazzi, fusion og funk við gospel og latínskum yvirrtónum, vakurt spælt av hesum framúrskarandi tónleikarunum. Arnold Ludvig Sextet hevur frammanundan havt útgávukonsertir við Iceland fløguni í bæði Grønlandi og Danmark. Nú kemur bólkurin endiliga til Føroyar, við sínum norðurlendska jazz og fusionstónleiki í heimsflokki. Arnold Ludvig hevur skrivað allan tónleikin á báðum fløgunum hjá Arnold Ludvig Sextet, Voyages og Iceland.

I 2005 vann Arnold Ludvig Atlantic Music Event prísin sum besti bassleikari í Føroyum. Men umframt at vera ein framúrskarandi bandleysur bassleikari, er Arnold eisini tónaskald og høvuðsmaður í bólkinum. Á konsertini spælir eisini nýggja kvartettin hjá Guðruni Sólju Jacobsen, sum fara at spæla jazz standards. Konsertin er partur av konsertrøðini PULS, og er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið og Havnar Jazzfelag.


© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur