Innrita

Tónleikarar framføra á stórum tiltaki í London

Heimatíðindi

Tónleikarar framføra á stórum tiltaki í London

Innlagt av Redaktiónini    tann: 06.11.2017  



Tónleikur

Mánadagin 6. november fara seks ungir føroyskir tónleikarar til London at luttaka í stóru, altjóða verkætlanini On Mass

Tað er  the Roundhouse í London skipar fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið og mentanarstovnar í India, Palestina, Brasil.


Í eina viku fara 180 ungir tónleikarar og sirkusartistar at skapa tónleik og list saman undir leiðslu av yrkislistafólki og við íblástri úr øllum londunum. Vikan endar við eini stórfingnari framførslu í The Roundhouse (sum tekur 1700 fólk), har hesi ungu gávuríku listafólkini fara at framføra saman við heimskendu, Grammy-vinnandi sangarinnuni Angélique Kidjo. Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival. 


Framførslan verður sunnudagin 12. november kl 19.30 og kann stroymast live á heimasíðuni hjá The Roundhouse (www.roundhouse.org.uk)


Tey seks, sum verða við úr Føroyum eru: Rasmus Vigant Samuelsen, Guðrið Patursson, Annika Malunardóttir, Beinir Troest Rasmussen, Eivin Dam Simonsen og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.


Bank Nordik, sum er høvuðsstuðul hjá Norðurlandahúsinum, hevur stuðlað ferðini hjá ungu føroysku tónleikarunum. 

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur