Innrita

Tey pínufullu skulu hava møguleikan til kannabis

Heimatíðindi

Tey pínufullu skulu hava møguleikan til kannabis

Innlagt av Redaktiónini    tann: 10.11.2017  



Politikkur

Mikudagin var Ófráboðaðir fyrispuningar í løgtinginum. Sonja Jógvansdóttir spurdu um eina skipan við kannabis

Sonja Jógvansdóttir: Spurningur til Sirið Stenberg landsstýriskvinnu í Heilsumálum, og hann snýr seg um at landsstýriskvinnan hevur nakrar ætlanir um at koma í løgtingið við uppskotinum um at seta í verk  eina skipan við kannabis, sum heilivágsviðgerð í Føroyum.


Hin 27.oktober  var hetta lógaruppskot viðgjørt í Fólkatinginum og nú liggur tað málið í nevnd og aftast í  lógaruppskotinum  stendur soleiðis, at lógin er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, men hinvegin so hava vit ofta tá tað snýr seg um heilsu fyrst fylgt dønum. Tað serliga við hesum máli er kanska tað , at hetta er ikki komið frá læknavísindi sjálvum, men tað eru teir politisku flokkarnir í Danmark, sum hava tikið sakina í egna hendur og hava avgjørt at seta hetta í gildi og hetta er serliga vent til sum eru fongd av ryggskaðum, sclerose-sjúk, sjúklingar sum fáa kemoviðgerð, pínusjúklingar og sjúklingar við ymiskum støði av pínu, har tað er torført at geva heilivág.


Og tí spyrji eg Sirið Stenberg um hon hevur ætlanir um at seta eina líknandi skipan í verk í Føroyum.


Og soleiðis svaraði Sirið Stenberg fyrispurninginum:


-Takk fyri ein áhugaverdigan fyrispurning, sum eisini er rættiliga aktuellur. Vit hava arbeitt í eini tíð, hvussu man skal gera við hetta økið, tí tað er ongin ivi um tí hetta er nakað sum vit máa taka støðu til av tí at man Danmark hevur samtykt eina nýggja royndarskipan, og vit hava eitt stórt tal av sjúklingum, sum vit eisini senda av landinum árliga. Eg havið biðið okkara landslækna og apotekara um eitt tilmæli og hvussu teir halda at fara skal fram á føroyskar síðu og teir mæla frá at víðka tær skipanina, sum man hevur í dag, tí man hevur atgongd til at brúka nøkur produkt, og tey verða eisini brúkt í dag, men serliga móti krabbamein og sclerose, men eg kann bara siga tað at vit arbeiða enn við tí; tað er ikki endalig tikin støða. Eg eru fleiri mátar at seta slíkan skipan í verk, men tekur neyvan somu skipan í Danmark, men skal man hava onnur produktir enn man brúkar í dag og skulu tað vera fleiri ið kunnu útskriva - og tað er ein spurningur vit máa svar uppá, og vit skulu eisini hava svar uppá í mun til sjúklingar, sum fara av landinum.


Innanfyri hetta árið máa vit taka støðu, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur