Innrita

Stjórin seinastu 25 árini riggar av

Heimatíðindi

Stjórin seinastu 25 árini riggar av

Innlagt av Redaktiónini    tann: 29.08.2017  



Tónleikur

Føroya Symfoniorkestur: Í 2016 boðaði Poul Jákup Thomsen frá, at hann fór frá við ársskiftið 2018. Eg havi nú sitið í heita stólinum í 25 ár og nátt tey mál eg setti mær tá ið eg tók við. Tíðin er komin at lata annan persón taka yvir.

Tað hevur verið mær ein sonn fragd og gleði, saman við tónleikarunum, musikskúlanum, Mentamálaráðnum, Býráðnum, Norðurlandahúsinum v.fl sum vit samstarva við, at sloppið at staði á odda fyri hesum spennandi og strævna arbeiðinum tað er at byggja upp eitt symfoniorkestur, so at Symfoniorkestrið í dag er ført fyri at spæla somu verk sum Symfoniorkestrini úti í stóru verð.

Í USA siga tey at 15 milliónir fólk skulu til fyri at hava eitt grundarlag fyri at byggja upp eitt gott symfoniorkestur, so tað er eitt satt bragd at vit í Føroyum hava megna hesa uppgávu. Hetta sigur eitt sindur um hvussu hart arbeiði tónleikarnir hava lagt í at byggja upp eitt munadygt Symfoniorkestur, sum øll tjóðin kann vera stolt av. Eisini hava vit øll árini megnað at havt fleiri føroyskar solistar og stimbra teimum í teirra menning, eins og tað hevur hepnast okkum at fingið nakrar av heimsins bestu solistum, bæði á ymiskum ljóðførum eins og songsolistar, serliga til okkara Nýggjárskonsertir.

Seinastu árini hava vit umframt symfonisku konsertirnar, javnt bygt upp nógvar góðar siðir í okkara skrá. Tey eru helst fá, sum ikki kenna okkara frálíku Nýggjárskonsertir, sum vit byrjaðu við fyri 25 árum síðan og sum verða útseldar eftir fáum minuttum. 14 Barnakonsertir árliga í apríl, sum vit eisini hava havt í mong ár, er ein onnur siðvenja vit hava bygt upp. Her koma umleið 5.000 børn í aldrinum 3-10 ár, úr øllum føroyum, úr øllum bygdum, niðan í Norðurlandahusið hvørt ár at lurta eftir klassiskum tónleiki. Hetta meta vit er ein týðandi uppælandi uppgáva sum Symfoniorkestrið hevur, at vit eggja ungum til at ogna sær tónleikin sum ein góðan fylgissvein í lívinum, sum kann fjálga og ríka teirra lív eins og hetta vónandi eggjar teimum til at spæla okkurt ljóðføri. Norðurlendsku konsertirnar og hugnaligu Jólakonsertirnar, har vit hava eitt barnakór við millum 100 – 200 børnum er eisini ein av teimum vælumtóktu konsertunum. Seinasta ár blivu báðar Jólakonsertirnar útseldar fleiri viku undan jólum.

Vit hava sett stór krøv til tónleikarnar og til Kór Føroya Symfoniorkesturs, sum seinasta ár var upp til upptøkuroynd. Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá teimum at liva undir tí áhaldandi trýsti vit í leiðsluni hava lagt á teirra herðar seinastu 25 árini, fyri at røkka teimum málum vit nú hava rokkið. Úrslitið talar fyri seg, og kenna vit í Føroya Symfoniorkestri, at alt Føroya Fólk hevur tikið okkum til sín og heldur at Føroya Symfoniorkestur er teirra orkestur.

Í heyst verður lýst eftir nýggjum stjóra, sum saman við tónleikarnum og samstarvspørtunum hjá orkestrinum, skal tryggja áhaldandi menningina og bera orkestrið inn í framtíðina, har tað vónandi ber til at økja um konsertvirksemi, samstundis sum tónleikarnir fara at fáa betri umstøður at spæla undir!

Eg takki tónleikarum, okkara mongu og trúgvu áhoyrarum og øllum okkara samstarvpørtum so hjartaliga, at tit hava verið við til at at gjørt tað møguligt, at vit seinastu 25 árini eru farin frá at hava 1 konsert árliga, til at vit nú hava umleið 28 konsertir árliga, á einum munandi hægri støði.


Kelda:øroya Symfoniorkestur

Føroya Symfoniorkestur

roya Symfoniorkestur

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur