Innrita

SPEROL GESTUR Á OPEN MIC/OPEN STAGE

Heimatíðindi

SPEROL GESTUR Á OPEN MIC/OPEN STAGE

Innlagt av Redaktiónini    tann: 21.08.2017  



Tónleikur

Sperol er serligur gestur, tá Open Stage / Open Mic verður mikukvøldið 23. august.

Sperol varð stovnaður í apríl mánaði í ár, men summir av teimum, sum manna bólkin hava spælt saman fyri nøkrum árum síðani.

Bólkurin fer á tónleikaferð í Amerika í novebur mánaði, har teir fara at framføra í Los Angeles, San Francisco og møguliga eisini í San Diego. Á heimferðini í januar gera fara teir eisini at framføra í Danmark, Svørríki og Norra.

Bólkurin er mannaður av; Pætur Flagstad Joensen syngur og spælir gittara, Brandan Dalsgarð el-gittara, Oddmar K. Hermansen bass og Dávid L. Jacobsen á trummum.

Open Stage / Open Mic er hvørt mikukvøld.  Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.

Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Øll er vælkomin við sínum talentum.

Skráin er hendan:

19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Sperol
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja. Mentamálaráðið stuðlar tiltakinum.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur