Innrita

Son of Fortune og G! lurtigildið

Heimatíðindi

Son of Fortune og G! lurtigildið

Innlagt av Redaktiónini    tann: 15.06.2017  



Tónleikur

***Leygarkvøldið 17. juni í Tøting kl. 20.30***



Fyrsta konsert nakrantíð við Son of Fortune!
Son of Fortune, er nýggja tónlistanavnið hjá úrmælinginum Benjamin Petersen, ið eisini rúmar hinum báður úrmælingunum Jan Rúna Poulsen á trummum og Mikael Blak á bassi og hvat nú hann kann finna sær at spæla uppá.

Av tí at skipað verður fyri tveimum ymiskum konsertum í Tøting dag um dag, hava vit í Grót avgjørt, at tey ið ynskja at fara til báðar konsertirnar, fáa ein serligan avsláttur.
16. juni kl. 21.00 : The Burning Hell (CA) og Holbæk & Co.
17. juni kl. 20.30: Son of Fortune og G! lurtigildið
Kostnaður fyri 1 konsert: 150 kr., tó bert 100 kr. fyri limir í Grót.
Kostnaður fyri báðar konsertirnar: 250 kr., tó bert 150 kr. fyri limir í Grót.



***G! Lurtigildið***
Eftir konsertina við Son of Fortune leygarkvøldið, er bert ein máni til ársins G! Festivalur er í fullum flammum, og hetta fara vit at hátíðarhalda, við einum serligum G! lurtigildið, har vit fara at hugna okkum saman og peppa okkum upp afturvið tónleiki, ið verður at uppliva á G!. Vit fáa serligar gestir at diska G! 2017 tónleik.

***Son of Fortune***
Benjamin hevur sent okkum eitt bræv, har hann greiður soleiðis frá um hansara nýggja bólk:

Eitt fullmánakvøld í juli 2015, fóru eg og Jan Rúni inn í venjingarhølið hjá hornorkestrinum í Fuglafirði, við gittara og trummum at jamma.
Hetta hølið hevur stóran týdning fyri okkum, tí sum tannáringar var júst hetta hølið karmur um okkara tónlistarligu gransking og menning - tímar vórðu brúktir har at venja, spæla og tosa tónleik.
Mánin stóð í fullum blóma og í hesum kendu hølunum floymdu hugskot, riff og melodiir úr okkum.
Tað, ið sprettist úr okkum hetta kvøldi, var tað sum fór at blíva til Son of Fortune og eitt nýtt tíðarskeið var byrjað.
Stutt eftir gandakenda jammið í juli 2015 fóru Jan Rúni, Mikael og eg (power trioin) í studio Bunkarin, við Fred Ruddick sum upptøkumanni, og har arrangeraðu vit løgini liðugt og festu tey á band.


Tað tók okkum nógv longri tíð at fáa Son of Fortune liðugt og út til tykkum enn vit upprunaliga ætlaðu.
Mín síðumaður í Ave, og fasti tekstskrivari, fekk eina heilabløðing í 2015 og í mai 2016 mundi eg mist nýføddu dóttir mína, hon hevur ein hjartafeil, "coarctatio aortae".
Lívið hevði aðrar ætlanir enn eg.


Eg vóni tit taka væl ímóti tí, og at tit vilja fylgjast við mær á hesari nýggju leið, har artist navni "Benjamin" er lagt á hyllina og Son of Fortune traðkar fram.
Vit gleða okkum at framføra fyri tykkum!


Vinaliga
Benjamin

tps://www.youtube.com/watch?v=J6ioFx4s_Z4


https://www.youtube.com/watch?v=J6ioFx4s_Z4

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur