Innrita

Skattaprosentið lækkar í Skopun

Heimatíðindi

Skattaprosentið lækkar í Skopun

Innlagt av Redaktiónini    tann: 29.11.2017  



Politikkur, Heimatíðindi

Skopuningar skulu gjalda minni í skatti komandi ár - mynd av borgarstjóranum

Fíggjarætlanin fyri 2018 hjá Skopunar Kommunu varð endaliga samtykt á stýrisfundi, tann 28. nov 2017.



  1. Skattaprosentið lækkaði eitt prosentstig, úr 22,75% niður í 21,75%
  2. Barnafrádrátturin er kr. 6.000,00
  3. Gjaldið fyri barnagarðin er:

Vøggustova: 1/1 kr. 1.280,00, 1/2 kr. 640,00

Barnagarður: 1/1 kr 1.180,00, 1/2 kr. 590,00

Frítíðarskúlin: kr. 800,00


Ynskta barnið skal gjalda 100%, næsta 50% og rest 0%, tað vil sostatt siga, at eingi foreldur koma at gjalda meira enn kr. 1870,00 fyri at hava síni børn ansaði fullan dag.


  1. Samtykt varð, at skúla- og barnagarðsbørn skulu fáa ókeypis frukt.
  2. Peningur er avsettur til nýggja innkoyring til Skopunar.
  3. Samtykt at keypa ein lítlan buss, fyri okkara eldru borgarar, soleiðis at tey kunnu ótarnaði sleppa til lækna o.a.
  4. Peningur avsettur til eldraøkið, øll heimini skulu hava ábøtur
  5. Peningur avsettur, at gera Læknamiðstøðina í stand.
  6. Íløga á mentunarøkinum.



Hetta eru nøkur av punktunum, kommunustýrið raðfesti.



Vit, í kommunustýrinum, ynskja okkara bygdarfólki eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað nýggjár.



Skopunar Kommuna

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur