Innrita

Skálvíkingar fáa lívfiskastøð

Heimatíðindi

Skálvíkingar fáa lívfiskastøð

Innlagt av Redaktiónini    tann: 29.12.2017  



Onnur Tíðindi, Heimatíðindi

Loftmynd av Skálavík. Í dag er íbúgvaratalið áleið 142.

Sandoyggin skal vera eitt sokallað lívfiskaøki og um ikki so langa tíð fer Bakkafrost at byggja eina stóra lívfiskastøð í Skálavík, sum kemur at liggja mitt í bygdini.


Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost segði við útvarpið um dagarnar, at skjótt verður farið at kannað møguleikarnar at byggja støðina. Men útlitini fyri at byggja eina slíka lívfiskastøð í Skálavík eru góðar, tí frá kommunurnar síðu er rættiliga nógv gjørt – serliga tá vit hugsa um feskvatn, sum skal til eina slíka støð eins og saltvatn er ongin trupulleiki at fáa atgongd til.


So sigast má at hetta er ein sera spennandi verkætlan fyri bygdina.


Bakkafrost rekur annars nú lívfiskastøðina í Skopun.


© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur