Innrita

Sangløta í Kelduni

Heimatíðindi

Sangløta í Kelduni

Innlagt av Redaktiónini    tann: 30.11.2017  



Átrúnaður

Sunnukvøldið 3 des. kl. 20 verður sangløta við Betesdakórinum í Kelduni, í Skálafirði..

Betesdakórið, sum hevur sungið í sera nógv ár, er eitt kór, sum er kent fyri sínar vøkru rytmisku sangir og meira stillu sálmar og sangir. Kórið hevur ferðast nógv kring landið og eisini uttanlanda, t.d. í Íslandi, Danmark, Norra og Sveis. 

Kórið er, sum navnið sigur, heimahoyrandi í Betesda í Klaksvik og syngja nærum hvørt sunnukvøld har. Tað eru teir báðir, Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre sum leiða kórið. 

Á sangløtini í Kelduni fer kórið, saman við tónleikarum, at syngja nýggjar og eldri sangir, møguliga eisini onkran jólasang.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna sunnukvøldið 3 des kl 20.

Tad er ókeypis atgongd og en góður drekkamunnur verður aftaná sangløtuna.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur