Innrita

ROKNSKAPARFELAGIÐ 25 ÁR. NÝGGJUR PARTNARI OG STJÓRI

Heimatíðindi

ROKNSKAPARFELAGIÐ 25 ÁR. NÝGGJUR PARTNARI OG STJÓRI

Innlagt av Redaktiónini    tann: 08.01.2018  



Onnur Tíðindi

Mynd av Olaf Frits Joensen stovnara av Roknskaparfelagnum, sum nú hevur fingið sær ein nýggjan stjóra afturat sær

Roknskaparfelagið, ið júst er vorðið 25 ár, hevur nú styrkt um felagið við nýggjum partnara og viðstjóra. Tórur við Áir, ið júst hevur tikið prógv sum skrásettur grannskoðari, tekur við sum stjóri saman við Olaf Frits Joensen, stovnara av Roknskaparfelagnum. 

Olaf byrjaði upprunaliga sítt virksemi á Eiði í 1984 sum eitt einstaklingavirki, ið átók sær bókhald og roknskaparhjálp. Síðani 2006 hevur felagið hildið til í Hornabø í Havn og har starvast nú sjey fólk.


Í januar tekur Tórur við Áir við sum stjóri saman við Olaf Frits Joensen og verður samstundis nýggjur partnari í felagnum. Tórur tók prógv sum skrásettur grannskoðari á heysti 2017 og hevur drúgvar royndir innan grannskoðan, skatt, bókhald og vinnuliga ráðgeving.

"Sostatt eru vit nú tveir skrásettir grannskoðarar í Roknskaparfelagnum, og okkara førleikar og arbeiðsorka eru styrkt munandi til at vaksa og veita kundunum eina dygdargóða tænastu", sigur Olaf Frits Joensen. 

Í sambandi við 25 ára dagin og broytingarnar í felagnum verður móttøka í Roknskaparfelagnum J.C. Svabosgøta 48 fríggjadagin 12. januar kl. 15-17 fyri kundum, samstarvsfelagum, familju, kenningum og øllum áhugaðum. 

roknskap.fo
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur