Innrita

Reyði Krossur Føroyar stuðlar flóttarfólki úr Myanmar

Heimatíðindi

Reyði Krossur Føroyar stuðlar flóttarfólki úr Myanmar

Innlagt av Redaktiónini    tann: 29.11.2017  



Onnur Tíðindi

Reyði Krossur Føroya sendur kr. 200.000 til flóttafólk úr Myanmar
Mett verður at fleiri enn ein hálv millión fólk eru rikin frá teirra heimum í Rakhine í Myanmar (fyrrv. Burma).

 Henda fólkaflytingin leggur eitt hart trýst á alla orku í økinum kring Cox Bazar í Bangladesh, sum er tað øki, hesi fólk eru komin til teir seinastu mánaðarnir. Tilsamans er mett, at eini 800.000 fólk eru nú komin til hetta økið.

Tørvurin á hjálp er ovurhonds stórur: mangul er upp á innivist, mat, vatn, reinføri, læknaliga og sálarliga hjálp, bara fyri at nevna nakrar heilt grunleggjandi tørvir. Hesi fólk kunnu ikki venda heim aftur til teirra øki vegna politiska forfylging.

Altjóða Reyði Krossur hevur sent eina áheitan út, har søgt verður eftir stuðli til hesi flóttafólkini.

Tørvurin á reinum vatni er stórur og tað er trupult at finna reint vatn i økinum.

Altjóða Reyði Krossur er í ferð við at gera eina ætlan, har sálarligur stuðul eisini verður veittur. Miðað verður eftir at hjálpa 15-16.000 fólkum

Í flóttafólklegunum í Hakimpara og Tasnimarkhola /Burma Para.

Serliga verður hildið eygað við einsamøllum kvinnum og børnum, av tí at hesi eru tey mest útsettu.
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur