Innrita

Plátubarrin letur uppaftur

Heimatíðindi

Plátubarrin letur uppaftur

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.10.2017  



Tónleikur

- Mær dámar væl at vera til arbeiðis í Plátubarrini leygarkvøld, tí eg fái so nógv frá lurtarunum, sigur verturin, Jákup Magnussen

Leygarkvøldið letur Pláturbarrin uppaftur fyri fyrstu ferð hendan veturin. Og vit eru nógv sum fegnast!.


Sum altíð er tað tann vælupplagdi, filosofiski og avslappaði Jákup Magnussen, ið er vertur fyri sendingini, sum er á skránni næstu mongu leygarkvøldini.


Onkur vildi kanska hildið, at tað er keðiligt at skula til arbeiðis hvørt leygarkvøld og ikki kunna fara heim fyrr enn langt út á náttina. Men soleiðis er ikki við Jákupi Magnussen.


- Tað er eitt gott kvøld hjá mær at senda í. Eg fái liva mítt lív við at gera hesa sendingina, eg kann geva nakað, og so fái eg eisini nakað frá lurtarunum, sigur Jákup Magnussen.


Í morgunsendingini fortaldi hann um Plátubarrina og millum annað, hvussu hann fyrireikar vælumtóktu leygarkvøldssendingina.


Kelda: kvf.fo

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur