Innrita

Pedagogfelagið møguliga styrkir um verkfallið

Heimatíðindi

Pedagogfelagið møguliga styrkir um verkfallið

Innlagt av Redaktiónini    tann: 10.01.2018  



Onnur Tíðindi

Limir í Starvsmannafelagnum sigla við M/F Teistanum og tí kann hann verða lagdur

Verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag tykist ikki at fáa ein enda og tí verður í næstum helst samhugaverkfall og tað merkir at vit sunnanfjørð ikki sleppa til arbeiðis inni á meginøkinum, tí tá verður Teistin lagdur.

Men tey sum búgva norðanfjørðs og koyra til Havnar sleppa til arbeiðis.

Tað stendur annars rimmar fast í samráðingunum um at fáa ein nýggjan sáttmála upp at standa. Jan Mortensen frá tí almenna hevur ikki verið jaligur mótvegis pedagogfelagnum í almenna rúminum - so ilt er at spáa nakað gott í langa tíð.

Málið hjá samgonguni var annars at arbeiðsmarknaðurin skuldi  fáa góð kor at virka undir.


© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur