Innrita

Nýggj fløga við Lindu Andrews

Heimatíðindi

Nýggj fløga við Lindu Andrews

Innlagt av Redaktiónini    tann: 16.11.2017  



Tónleikur

Linda Andrews er úti við nýggjari fløgu. Fløgan hevður fingið heitið “Linda Andrews”

Fløguútgávan inniheldur átta løg, sum Linda hevður skriva í samstarv við m.a. Mikael Nordmark, Kára Jacobsen og Narada Michael Walden, ið hevður arbeitt við nógvum kendum nøvnum, sum Aretha Franklin, Whitney Houston, Mariah Carey og fleiri.

Tónleikaframleiðarir eru m.a. Mikael Nordmark, Joachim H. Jørgensen og Óli Poulsen. Tónleikastílurin er pop/soul/funk.

Løgini handla um kærleika á ymiskum hátt; tann romantiski kærleikin, at missa ein man elskar, at fyrigeva, at koma víðari og ikki minnst at finna tann størsta kærleikan.

Um nýggju útgávuna sigur Linda Andrews:
- Hendan fløguútgávan er serlig fyri meg, og nógv av løgunum hava eisini serligan og persónligan týdning. Á útgávuni er til dømis eitt lag sum eg skrivaði fyri næstan 20 árum síðani og nógv er hent síðani, og tað er fyrst nú at eg føli at tíðin var røtt til at útgeva lagið.

Á fløguni er bæði still og vøkur løg, umframt uptempo funky løg. Kápumyndin er málað av Anniku Á Lofti.

Nýggja fløguútgávan er at finna á teimu ymisku tónleikaportalinum og í morgin kann fløgan eisini fáast sum fysisk fløga.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur