Innrita

Nú gongur sangurin betri í himni!

Heimatíðindi

Nú gongur sangurin betri í himni!

Innlagt av Redaktiónini    tann: 04.12.2017  



Onnur Tíðindi, Heimatíðindi

Minningarorð um Egin Ørvarodd, á Sandi.

Eg segði honum farvæl á Landssjúkrahúsinum, dagin fyri hann andaðist. Hann ressaðist í songini, og hugdi væl og virðiliga at mær, tá eg segði hvør eg var, og hann tók fast í hondina á mær.  Men megin var farin at bila, og albrynjaða smílið, sum vann á tí mesta, var farið at vikna. Kortini, kortini stríddi hann seg framá og royndi at siga nøkur orð.

Fyri mær hevur Egin altíð verið eitt slag av fyrimynd og verdareingli í familjuni. Ikki minst tí at hann, ólíkur nógvum av hinum monnunum í familjuni, spákaði sær væl upp í aldurdómin, hóast ymsar treðar at togast við gjøgnum lívið.

Men einamest tí at Egin hevði so lætt lyndi, og hevði so lætt til sang og spæl. Altíð við stuðlandi orðinum, men eisini við skemtiliga speinum. Somikið væl lá fyri, at tað munnu vera fá sum minnast Egin, uttan at hugsa um hugnaligar løtur, ella skemtiligar støður. Smílið hevur undir øllum umstøðum brent seg fast á mínar nethinnur.

Ikki tí, lívið hjá Egini, varð neyvan bert ein dansur á rósum. Sum ungur maður í stórum barnaflokki, var tað sjólívið sum bjóðaði av. Bæði sum fiskimaður og sum útróðrarmaður í Grønlandi. Og væl lá fyri. Hugagóður sum fáur, og altíð varð sangurin ein undirliggjandi megi, uttan mun til hvør uppgávan var.

Tiltikið er tá teir gingu burtur við Egili Reyða. Tá harðast leikaði á, royndi Egin at syngja fyri at halda vónini á lívi, meðan teir stríddust móti deyðanum.

Tá manskórið í Sandoynni legði frá landi, varð sjálvsagt at Egin sang við. Og hann helt á langt upp í árini.

Egin dugdi eisini at balast uppi á landi. Seinnu árini arbeiddi hann hjá teimum í Miðstovuni. Koyrdi lastbil, og sang sum vera mann, afturvið. At síggja hann handan róðrið, minti ikki sørt um summar av hesum musical filmunum, sum vóru gjørdir eftir seinna heimsbardaga. Lívið og sangur runnu saman í eitt hjá Egini.

Síðstu arbeiðsárini átti Egin umborð á Sildberanum, og var hann trúfastur sum fáur móti Skúvoyingum.

Seyðahald var ein partur av gerandisdegnum, og væl lá fyri. Minnist hann so væl á rættini í Skopunarhaga, millum nógvar av teimum sum nú eru farnir. Á tær søgur, sum Pól hjá Stinu, Jens Klæmint, Mortan og pápi mín, kundu siga frá. Láturin rungaði um rættina. Og Egin mitt í ”speisini”.

Egin giftist Maritu og eiga tey døturnar Edith og Heidi. Tey fimm abbabørnini, og langabbabørnini, kunnu í dag líta aftur á ein hjartaligan og hjálpsaman abba, sum hevur sagt teimum manga søguna, og lært tey at gleðast um lívið.

Egin varð mær ein hollur stuðul, ikki minst polittiskt. Ivaðist onga løtu í at landið er okkara, og legði mær altíð eina við at halda á við stríðnum fyri landi og fólki.

Farvæl mín góði skyldmaður. Takk fyri alt tað góða tú hevur lagt eftir teg. Minnini eiga tíni góð.

Við vissuni um at nú gongur sangurin betri í himni, hittast vit aftur ein dag.

Páll á Reynatúgvu

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur