Innrita

Næmingakonsert á Hotel Skálavík

Heimatíðindi

Næmingakonsert á Hotel Skálavík

Innlagt av Redaktiónini    tann: 25.05.2017  



Tónleikur

Týsdagin 30.mai fara næmingar úr Sandoyar Meginskúla at framføra tónleik, á violin, gittar, klaver og el-gittar á Hotel Skálavík


Hetta eru næmingar, sum hava lært seg at spælt hjá Ragnar Olsen, og Claire Thomsen, sum eru tónleikalærarar.


Konsertin byrjar kl. 18:30 og hetta er eitt gott høvi hjá teimum nærmastu at hoyra hvussu væl tey duga at spæla, men øll eru hjartaliga vælkomin.


Konsertin varar í góðan tíma og eftir konsertina ber til at keypa okkurt leskiligt úr matstovuni.

   

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur