Innrita

Legendskvøld í Spaniastovu

Heimatíðindi

Legendskvøld í Spaniastovu

Innlagt av Redaktiónini    tann: 07.11.2017  



Tónleikur

Legenda á svørtum veingjum

Hann byrjaði við tveimum streingjum í Vestmanna. Ongar bøkur vóru um tónleik tá, so "man" mátti finna uppá, lurta og royna sum best. Jú, Martin Joensen hevur altíð verið kreativur. Og rættiliga ungur setti hann seg við skrivaraborði.

Mikukvøldið fer Rudolf Joensen at tosa við Martin Joensen í Spaniastovu um hansara musikalska lív. Um týdningin umhvørvið hevur havt. Um menningina á tónleikaligu leiðini og um stóru sangframleiðsluna, sum byrjaði, tá Kræklingar bíleggja Svarti Ravnur, 1976.

Aftaná verður intimkonsert har Martin Joensen syngur saman við húsorkestri, sum er mannað við Rana Nólsøe, gitar, Jens Paula Joensen, trummur, og Jógvan Fróði Baldvinsson, bas.

Aftaná verður, sum vanligt, hugnalig kafá í Miðstovuni.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur