Innrita

Kvinna slerdi mannin við lyklatyssi

Heimatíðindi

Kvinna slerdi mannin við lyklatyssi

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.11.2017  



Onnur Tíðindi

Oftast er drykkuskapur orsøk til harðskap millum pør

Ein kvinna úti á Bornholm hevur fingið treytaðan dóm í 10 dagar fyri at hava framt harðskap ímóti sínum manni í summar. So sigast má, at kvinnurnar eru sterkar í dag. Harumframt er kvinnan dømd at gjalda sakarmálskostnaðin. Kvinnan kærdi til Eystara landsrætt og har gjørdist dómurin ein annar, tí at hon skal gjalda 10 dagbøtur á 300 krónur, men slapp frá sakarmálskostnaðinum.


Sjálvur harðskapurin fór fram í summar. Kvinnan langaði nevan fleiri ferðir í høvdið á manninum við einum lyklatyssi, skrivar lokalavísin á Bornholm.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur