Innrita

Koyristuðul til menningartarnað

Heimatíðindi

Koyristuðul til menningartarnað

Innlagt av Redaktiónini    tann: 12.02.2018  



Politikkur

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um koyristuðul til menningartarnarð, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, frá Helga Abrahamsen, tingmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hava menningartarnað, sum arbeiða á vardum verkstøðum, sama rætt sum onnur til ferðastuðul, um tey hava langan veg til og frá arbeiði?

2. Hvussu nógv kostar tað landskassanum um menningartarnað fáa henda stuðulin?


Viðmerkingar:

Seinnu árini er stórur dentur lagdur á, at fólk við serligum avbjóðingum skulu eggjast til at arbeiða so nógv, sum evnini røkka til. Mong arbeiða á til dømis vardum verkstøðum, og fyri hetta fáa tey eina avmarkaða samsýning umframt fyritíðarpensjónina. Hóast samsýningin ikki er stór, hevur hon stóran týdning fyri móttakararnar, sum hava eina góða kenslu av, at hetta eru pengar, sum tey sjálvi hava tjent. Men dømi er um at fólk, sum ferðast millum vardan bústað og vardan verkstað, hava tríggjar krónur eftir av daglønini, tá ferðaseðlarnir við bussi eru goldnir. Hetta er ikki serliga eggjandi fyri tey arbeiðandi. Tá spurt verður, um tey hava rætt til ferðastuðul, er ymiskt, hvussu lógin verður tulkað. Tí verður hesin spurningurin settur landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 8. februar 2018

Helgi Abrahamsen

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur