Innrita

Konsert við KATA í Listasavninum, Sandi

Heimatíðindi

Konsert við KATA í Listasavninum, Sandi

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.02.2018  



Tónleikur, Heimatíðindi

Hósdagin 15.februar 2018 kl. 18:30

Konsert við kvinnubólkinum KATA verður hósdagin kl. 18:30 í Listasavninum á Sandi. Tað eru fimm frískar kvinnur, sum fara at framføra og ein teirra er kenda Guðrið Hansdóttir, sum hevur verið av og á her suðri og sungið og væl liggur fyri. Guðrið hevur latið úr hondum fleiri fløgur, sum hon er komin væl frá.

KATA er ein bólkur, sum tú kann spola langt aftur í tíðina, men er nú samansettur av nýggjum frískum tónleikarum.



© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur