Innrita

JUDY OG ÓLI Á GRØMMA - gullbrúdleyp

Heimatíðindi

JUDY OG ÓLI Á GRØMMA - gullbrúdleyp

Innlagt av Redaktiónini    tann: 12.02.2018  



Onnur Tíðindi

Kristiliga Tíðindasendingin hevur móttikið tíðindabræv frá Judy og Óla á Grømma. Vit fara at taka okkurt burtur úr brævinum.
Klaksvíkingurin Óli á Grømma fór til USA í sekstiárunum, har hann hevur virkað sum trúboðari innan missiónsfelagsskapin New Tribes Mission (NTM). Hann giftist við Judy í 1968, og saman hava tey virkað sum trúboðarahjún síðani tá, og hava ferðast um allan heim, har tey vitjað trúboðarar og taka lut á stórum trúboðarastevnum. Virkisøkið hjá Judy er fyri tað mesta skrivstovuarbeiði, meðan høvuðsuppgávan hjá Óla er at prædika og undirvísa, og eisini at vegleiða trúboðarar í praktiskum viðurskiftum. 

Júst nú eru tey stødd í Malaysia, har tey komu seinasta leygardag. Ein samkoma hevur bjóðað Óla at prædika yvir eitt ávíst evni, sum kemur at fevna um meginpartin av hesi vikuni. 

Frá november til jólaaftan vóru Óli og Judy á Filippinunum, og har frá fóru tey til býin Chiang Mai í Teilandi, har sonurin Dan og kona hansara Christy búgva. Judy og Óli hildu jólini saman við Dan og Christy. Judy og Óli siga, at Dan og familjuni líkar væl at virka í Teilandi, og at tey hava tað gott í allar mátar.  

 Meðan Judy og Óli vóru í Teilandi, tóku tey lut á eini altjóða stevnu fyri leiðarar innan NTM (New Tribes Mission). Luttakararnir á stevnuni komu bæði úr Asien, Norður Amerika, Suður Amerika, Afrika, Stóra Bretlandi og Europa. Høvuðsevni á stevnuni var samkomugrundan. Seinni í summar verða tey í Suður Amerika.

Meðan Judy og Óli vóru hjá soninum og svigardótturini í Teilandi, høvdu tey tað stóru gleði at kunna feira teirra gullbrúdleyp, sum varð hildið á einum hotelli saman við familjuni og vinum, sum komu bæði úr Filippinunum, Malaysia og Teilandi. Tey siga í brævinum: “Vit hødvu ein lekran døgurða á einum av hotellunum í býnum, og saman við nøkrun vinum skipaði Dan og Christy fyri skránni. Tað var eitt gleðiskvøld. Vit takka Harranum fyri Hansara góðsku og framíhjárættindi at hava kunna tænt Honum saman øll hesi 50 árini.”

Judy og Óli rokna við at vera í Føroyum frá hálvum apríl til hvítusunnu. 

Poul Johan Djurhuus - kristilig tíðindatænasta - gjaranes@gmail.com
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur