Innrita

Jørgen Dahl og Anfinn á pall á Sjómannadegnum

Heimatíðindi

Jørgen Dahl og Anfinn á pall á Sjómannadegnum

Innlagt av Redaktiónini    tann: 16.08.2017  



Tónleikur

Tá Sjómannadagurin er av leygarkvøldið verður skipað fyri einum braki av eini konsert og dansi í tjaldinum í Klaksvíksgarðinum við rokklegenduni Jørgin Dahl og Flemish Kapparanum Anfinn Nielsen saman við Rani Nolsøe Band.


Á skránni verða øll hittini hjá teimum báðum frá 70’unum og 80’unum at hoyra. Tað verður Rani Nolsøe Band, sum hitar upp við nøkrum av teimum góðu Frændur hittunum. Í orkestrinum eru, umframt Rana Nolsøe, Mikkjal Hvannastein á guittara, Jógvan Fróðin Baldvinsson á bass og Jens Pauli Joensen á trummum.


Síðani verður tað Jørgin Dahl, sum kemur í front við flestu løgunum frá ‘Komið øll við’ í 1974 til ‘Well Allright’ í 1978. Eftir tað er Anfinn Nielsen á skránni við øllum tí besta frá ‘Í skúri’ í 80’unum til ‘Sirkus Tinganes’ í 00’unum. Kvøldið endar við einum braki av eini felags framførslu.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur