Innrita

Ísraelsmissiónin nýggja heimasíðu

Heimatíðindi

Ísraelsmissiónin nýggja heimasíðu

Innlagt av Redaktiónini    tann: 02.01.2018  



Átrúnaður

Ísraelsmissiónin hevur júst fingið nýggja heimasíðu, israel.fo. Hetta er ein síða, ið kunnar um arbeiðið hjá Ísraelsmissiónini, Ísraelsferðir, verkætlanir og hevur annað tilfar, ið hevur við Ísrael og missión at gera.
Við nýggju síðuni er dentur lagdur á at hava eina einfalda heimasíðu í einum vøkrum sniði. Lætt og skjótt er at finna tað, ein hevur tørv á. Síðan er eisini gjørd soleiðis, at hon tillagar seg til snildfonir og teldlar.
Á síðuni eru tíðindi, kunning um Ísraelsferðir, myndasavn, greinar og ymiskt søguligt tilfar. Til ber eisini at síggja og lesa gomul Shalom-Bløð, lurta eftir ljóðfílum, síggja filmar og kunna seg nærri um verkætlanirnar, ið Ísraelsmissiónin stuðlar. Á síðuni eru eisini upplýsingar, hvussu ein kann stuðla arbeiðinum og verkætlanunum hjá Ísraelsmissiónini.

Tað er Krea, ið hevur gjørt nýggju heimasíðuna. Sí meira á www.israel.fo
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur