Innrita

Heimaframleiðsla, bæði sum viðgjørd og óviðgjørd vøra

Heimatíðindi

Heimaframleiðsla, bæði sum viðgjørd og óviðgjørd vøra

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.02.2018  



Onnur Tíðindi

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur dagført kunngerðina um heimaframleiðslu tann 1. desember 2017 og Heilsuføðiliga Starvsstovan fer við hesum vísa á merkingarkrøvini til heimaframleiðslu.

Matvørur úr seyði, neyti, heimafugli, villinfugli, haru, grønmeti og frukt kunnu seljast undir heitinum Heimaframleiðsla, bæði sum viðgjørd og óviðgjørd vøra. Heimaframleiddar vørur kunnu seljast í heilsølum, handlum, sølutorgum og á matstovum, sum eisini selja løggilda matvøra.

Umframt føroyska vøru, ber eisini til at framleiða og selja heimaframleiðsluvøru úr innfluttum svínakjøti og pasteuriseraðum mjólkaúrdráttum, um vøran er virkað á løggildum matvøruvirki uttanlands.

Heimaframleiðsla er ikki løggild vøra og Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tískil ikki eftirlit við framleiðsluni. Týdningarmikið er at keyparin greitt fær at vita at talan er um heimaframleiðslu, at vøran ikki er løggild og hvaðani vøran kemur.

Vøran skal merkjast eftir kunngerðini og hon skal haldast atskild frá løggildari vøru. Tað merkir eitt nú, at vøran skal vera í egnum rúmi í køligoymsluni.

Vøra, sum verður seld sum Heimaframleiðslan, skal merkjast við hesum upplýsingum:

  • Vøran skal merkjast við orðunum ”óløggild” og ”unauthorized”.
  • Navn og skrásetingarnummar hjá heimaframleiðara. Skrá yvir heimaframleiðara sæst á hesari slóðini
  • Vøruinnihald, undir hesum eisini upplýsingar um útílatingarevni (tilsetingarevni) og andelvi (allergen)
  • Framleiðsludagur og haldføri
  • Hvussu vøran skal goymast, t.d. um vøran eigur at goymast kalt, og hvussu vøran skal tilgerast, t.d. at vøran skal hitaviðgerast.
  • Matvøra, framleidd úr útlendskum rávørum, skal merkjast við upprunalandi
  • Verður vøran pakkað í verðar (portiónir) ella skorin sundur, skal hvør verður merkjast
  • Er vøran ikki pakkað, skal tað á annan sjónligan hátt gerast vart við, at talan er um vøru, sum ikki er løggild, t.d á matarskráum, sjálvtøkuborðum o.tíl.
  • Vøran skal merkjast við orðunum ”óløggild” og ”unauthorized”.
  • Upplýsingar skulu vera sjónligar og lættar at lesa. Teksturin skal vera á føroyskum og prentast týðiliga á pakningin.

Sí alla kunngerðina á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur