Innrita

Heiðurskonsert fyri Elvis

Heimatíðindi

Heiðurskonsert fyri Elvis

Innlagt av Redaktiónini    tann: 08.11.2017  



Tónleikur

Heiðurskonsert: King of Rock ‘n’ Roll í Mentanarhúsinum

Bjóða verður nú til nostalgi-tiltak í Mentunarhúsínum í Fuglafirði leygarkvøldið, har Jens Lisberg saman við tónleikarum, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley.


Konsertin var á fyrsta sinni framførd fyri fullum húsi á Reinsarínum í Havn, fyri góðum mánaða síðani, og hava afturmeldingarnar verið sera góðar. Tí eru tónleikarar og fyrireikarar sera spentir at endurtaka tiltakið í Fuglafirði.


Í ár eru 40 ár síðani at Elvis andaðist. Tónleikaligi arvurin livir tó í øllum góðum, bæði í Føroyum og útlandinum. Tí verður hetta hildið, at vera eitt gott høvi, har vit minnast afturá Elvis og teir lunnar hann legði.


Á konsertini verða spæld ein røð av løgum hjá Elvis, har ferðast verður víða ímillum rock ‘n’ roll, country, swing og gospel.


Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd. Í 2016 endaði Jens Lisberg eina væl vitjaða konsert røð við Jim Reeves løgum, ið m.a var útseld á Reinsarínum. Tí var tað rættiliga skjótt aftaná, at fari var í gongd við at fyrireika eina Elvis heiðurs konsert, har vit á sama hátt sum við Jim Reeves, koma at hoyra nøkur av kendastu løgunum hjá Elvis, men eisini onkur minni kend, verða tikin burtur úr stóru rúgvuni av framførðslum eftir Elvis.


Tað eru royndir tónleikarir sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.


Lagt verður eftir, at liggja tætt uppat uppruna framførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag, men sum ofta byggir víðari á tað, sum Elvis byrjaði. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.


Manningin til konsertina verður: Jens Lisberg, sang, Elspa Samuelsen, kórsang, Malan Hansen, kórsang, Torbjørn Lisberg, tangentar, Sámal Lindenskov, guitar, Hildibjartur Hansen, guitar, Heini Fosaa, trummur og Jóhan Martin Jacobsen, bass.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur