Innrita

Harmonikukvøld í Reinsarínum

Heimatíðindi

Harmonikukvøld í Reinsarínum

Innlagt av Redaktiónini    tann: 03.11.2017  



Tónleikur

Fagrir tónar í Reinsarínum í kvøld - eitt veldugt tiltak.

Í kvøld verður enn einaferð skipað fyri einum av okkara sera væl vitjaðu harmonikukvøldum í Reinsarínum, sum eru mest ætlað teimum, sum farin eru um tey 50 árini, men har onnur áhugað eisini eru vælkomin. 

Aftur hesaferð hepnaðist tað Havnar Harmonikufelag at fáa teir sera væl leikandi Spælimenninar úr Nólsoy at verða við.

Lagt verður fyri kl. 19.30 við einari  stuttari konsert við populerum klassiskum løgum, sum lutvíst Árni Hansen (flygul) / Jón Festirstein (violin) og lutvíst "gomlu dreingirnir hjá Nielsi" spæla.

Síðani spæla "Acordionistas de las Islas Feroe", júst afturkomnir úr Spania, tey serligu "sponsku" løgini, sum teir bóru fram á Sólorkuferðini hjá Tilhaldinum. Sungið verður við hesa løtuna.

Preben Andersen, snillingurin við harmonikuni, framførir so, eins og vanligt er, tvey ella trý  spennandi og krevjandi harmonikuløg.

Rosinurnar í hesum pylsuendanum eru Spælimenninir úr Nólsoy, sum altíð hava okkurt serstakt á skránni.

Umleið kl. 21 verður ein syngið-við-løta við populerum travarum saman við einum stórum bólki frá Havnar Harmonikufelag.

Umleið kl. 22.15 verður ein lítil steðgur, har møguleiki er at fáa sær ein kaffimunn og annað gott.

Endað verður við enskum dansi fyri tey 50+ ungu, har Havnar Harmonikufelag og  lutvíst Spælimenninir úr Nólsoy spæla.

Um midnáttarleitið verður endað.

Atgongumerkið fáast á reinsariid.fo, á Kunningarstovuni í Havn, og eru nøkur óseld, so við dyrnar. 

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur