Innrita

Hans, Rebekka og Rókur spæla á Punkt

Heimatíðindi

Hans, Rebekka og Rókur spæla á Punkt

Innlagt av Redaktiónini    tann: 15.09.2017  



Tónleikur

Leygardagin 16.september hittist føroyskur tónleikur í Tórsgøtu, tá Punkt verður hildið á triðja sinni, her kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta sínar javnlíku.

Um dagin verður kaffiprát, loppumarknaður við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. 

Eisini framførslur við Hans Ravnsfjall, Rebekku Petersen og Róki Jákupssyni Jakobsen. Tiltakið er frá kl. 14-17.  

Kl. 14.00 Punkt verður sett
Kl. 14.15 Hans Ravnsfjall
Kl. 15.00 Rebekka Petersen
Kl. 16.00 Rókur Jákupsson

Um kvøldið verður ókeypis veitsla fyri tónleikarar. Til ber at melda seg til veitsluna á reinsariid.fo Sjálvandi er avmarkað atgongd.

Tiltakið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugaði, og tað eru tónleikarar og tónleikaáhugaði, ið skulu geva tiltakinum innihald. Hevur tú eitt LP savn, ið tú vilt av við, ella hevur tú autografina hjá Ian Gillan frá vitjanini í 1992, ella G-strongin hjá gimpinum frá Prix Føroyar finaluni í 2001, ella kanska eitt av babyhøvdunum hjá Byrta. 

Ella vilt tú av við tína wow pedal ella tín Marshall forsterkara, ella vísa fram títt savn av gomlum pallpassum, vit geva tær høvið, at koma við tínum tingum, og høvið hjá øðrum at koma við sínum forvitni ella keypihugi.

Ynskir tú at sýna okkurt fram ella selja okkurt kanst tú melda teg til á reinsariid.fo. 

Punkt verður frá kl. 14-17 leygardagin 16. september, síðan verður ruddað av til veitsluna, ið byrjar kl 20.
Koda stuðlar tiltakinum.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur