Innrita

Guðrun & Bartal aftur á pall

Heimatíðindi

Guðrun & Bartal aftur á pall

Innlagt av Redaktiónini    tann: 15.08.2017  



Tónleikur

Eitt av mest eyðsýndu tónleikanøvnum á føroyska pallinum fyri nøkrum árum síðan, Guðrun & Bartal eru aftur, ein nýggj EP er á veg og til ber at fáa smakksroynd uppá nýggja tónleikin, saman við bestubitum av fyrru útgávuni, tá tey fara á pall í Reinsarínum.

Konsertin verður á Reinsarínum hósdagin 17. august kl. 20. Hetta er fyrstu ferð tey spæla konsert vid bólki síðan tey góvu sína debut útgávu út, Vónin er, í 2014.
Tey fara at spæla helmingin av hesi útgávu, umframt okkurt frá komandi EP, ið tey eru í holt vid at leggja síðstu hond á saman við Sakaris Emil Joensen.

Tey ið manna bólkin hetta kvøldið eru, Guðrun Pætursdóttir Háberg á sangi, og  Bartal Augustinussen á gittari Torleik Mortensen á bass, Mattias Kapnas á tangentum og Hjørtur Háberg á trummum & Bartal hitar upp
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur