Innrita

Feitur Nýfundlendskur rokkur + Holbæk & Co. í Tøting

Heimatíðindi

Feitur Nýfundlendskur rokkur + Holbæk & Co. í Tøting

Innlagt av Redaktiónini    tann: 14.06.2017  



Tónleikur

***Fríggjakvøldið 16. juni kl. 21.00 í Tøting***

Tað er Tónleikasamtakinum Grót ein heiður, at kunna bjóða tykkum í Tøting, til eina serliga spennandi og áhugaverda konsert við Nýfundlendska indie-rock-folk bólkinum, við tí heldur ógvusliga navninum The Burning Hell og Summartónar-verkætlanini Holbæk & Co 

Av tí at skipað verður fyri tveimum ymiskum konsertum í Tøting dag um dag, hava vit í Grót avgjørt, at tey ið ynskja at fara til báðar konsertirnar, fáa ein serligan avsláttur.
16. juni kl. 21.00 : The Burning Hell (CA) og Holbæk & Co.
17. juni kl. 20.30: Son of Fortune og G! lurtigildið
Kostnaður fyri 1 konsert: 150 kr., tó bert 100 kr. fyri limir í Grót.
Kostnaður fyri báðar konsertirnar: 250 kr., tó bert 150 kr. fyri limir í Grót.


https://gfestival.fo/products?_ProductFilterIds=1%3A13
Ella við dyrnar hálvan tíma áðrenn byrjan.

Eftir navninum at døma, skuldi ein trúð, at The Burning Hell var ein bólkur ið spældi tungmálm, men tað gera tey als ikki. Bólkurin spælir eina samanseting av indie, rokk og fólkatónleiki, og teksthøvundurin í bólkinum Mathias Kom, skrivar serligar tekstir, ið bæði eru stuttligir og viðkomandi. 
Bólkurin hevur fleiri útgávur og hópin av rósandi ummælum kring allan heim á baki.
Sí sjónbandaløgini niðanfyri, so tú fært eina hóming av, hvat eru í væntu.



/wwyoutube.com/watch?v=nEEqkT6GCW8


https://www.youtube.com/watch?v=sqmZl_5QbqY
tp://www.wearetheburninghell.com/

Holbæk & Co.:
Hendan nýggja samansetingin av fýra royndum tónleikarum, fara fyrstu ferð á pall saman í Tøting. Hendan tónleikaliga verkætlan, er sett saman til ársins Summartónar 2017.

Kristian Holbæk rødd og Dennis Lave á trummum, kenna óiva nógv aftur frá blues bólkinum Forðbiar Sóknar Blues Orkestri, og hava teir báðir fleiri ferðir áður givið okkum góðar og ríkar løtur í Tøting. Hinir báðir eru best kendir úr jazz-umhvørvinum í Havn, tveir tónleikarar við sera góðum handverki, og talan er um Edvard Nyholm Debess á bassi og Herluf Lützen á gittar. Hetta er ein sjálvsom og stuttlig samanseting, ið vit gleða okkum til at uppliva.

Tað er okkara vón, at nógv møta upp og stuðla tónleikinum.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur