Innrita

Eldraøkið verður nú eftirmett

Heimatíðindi

Eldraøkið verður nú eftirmett

Innlagt av Redaktiónini    tann: 04.12.2017  



Onnur Tíðindi

Eyðgunn Samuelsen umsitir hetta mál

Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, varð ásett, at løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m. skuldi eftirmetast eftir fimm árum, t.e. í 2020.

Landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Kristina Háfoss hava tó gjørt av, at eftirmetingin skal gerast longu fyrst í komandi ári, í 2018.

Serliga er tað afturberingarleisturin, markamótini millum land og kommunu, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdin, tá røktarkrevjandi borgarar flyta millum kommunurnar, ið landsstýriskvinnurnar eru samdar um, at tørvur er á at eftirmeta.

Eftirmetingin verður gjørd í tøttum samstarvi við kommunurnar, skrivar Almannamálaráðið

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur