Innrita

Einmælt býráð móti linjuføring á Gomlurætt

Heimatíðindi

Einmælt býráð móti linjuføring á Gomlurætt

Innlagt av Redaktiónini    tann: 09.11.2017  



Onnur Tíðindi

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt, at býráðið ikki tekur undir við verandi linjuføring á Gomlurætt

Kommunan mælir landsins myndugleikum til at taka upp nýggjar samráðingar við tunnilsfelagið.

Økið hevur stóran og avgerandi fíggjarligan týdning fyri kommununa við atliti til teir møguleikar, sum eru fyri at gagnnýta økið sum menningarøki í kommununi.

Kommunan eigur sum vega- og byggimyndugleiki at verða hoyrd í einum so týðandi máli, eins og gjørt er aðrastaðnis í landinum. Matrikkuleringin av tunnilsmunnanum er gjørd, hóast kommunan ikki hevur latið ummælið.

Verandi loysn ikki er besta loysnin, og eigur tí at vera endurskoðað. 

Ynskiligt er, at kommunan sleppur at ráða yvir havnaøkinum á Gomlurætt, ella pørtum av økinum, eins og vanligt er í øðrum kommunum, har undirsjóvartunlar hava avloyst sjóvegis sambandið. 

Kommunan ynskir at varðveita økið sum havnaøki, sum er tað einasta í kommununi, sum vendir vestureftir móti Koltri og Hesti. 

Kommunan ynskir at kunna nýta økið til vinnuligt virksemi og at menna økið í hesum sambandi; herundir til ferðavinnu, aling, smábátar, frítíðarvirksemi o.a. Gamlarætt er tilbúgvingarhavn í sambandi við oyggjarnar og eisini í sambandi við virksemi á sjónum.

Tá tunnilin ikki kann nýtast, er frægasta leiðin um fjørðin frá Gomlurætt til Sandoynna, Hest, Koltur og vestureftir, bæði til ferða- og vinnuligan flutning. Á Velbastað eru góðir møguleikar fyri býarvøkstri, og ein natúrligur partur av hesum er vinnuligt virksemi, sum skal liggja á havnaøki upp at bryggjukanti. 

Skulu Hestur og Koltur mennast sum útoyggjar, so er Gamlarætt ein avgerandi treyt fyri menningarmøguleikum. Tað er týdningarmikið, at økið verður gagnnýtt á besta hátt, soleiðis at hetta kann verða ein vinningur fyri kommununa og landið sum heild.

Tórshavnar býráð mælir tí til at finna semju um staðsetingina av tunnilsportalinum á Gomlurætt, at lýsa framtíðar brúk av havnaøkinum og at staðfesta hetta í serstakari byggisamtykt fyri økið.

Heitt verður tí á landsstýrismannin um fund at umrøða hetta átrokandi mál sum skjótast.

Tórshavnar kommuna

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur