Innrita

Danskur úrmælingur vitjar Føroyar

Heimatíðindi

Danskur úrmælingur vitjar Føroyar

Innlagt av Redaktiónini    tann: 06.10.2017  



Tónleikur

Konsert í Norðurlandahúsinum, sunnudagin 8.oktober kl. 15:00

Niklas Johansen er lesandi á Kongaliga Danska Tónlistaháskúlanum hjá Jesper Sivebæk. Hann er ein óvanliga evnaríkur gittarleikari úr Danmark og hevur longu vakt stóran ans uttanfyri landoddarnar, av tí at hann hevur vunnið fleiri kappingar í Kina, Týsklandi, Eysturríki, Póllandi og Italia. Harafturat vann hann eisini árligu stuðulskappingina hjá Kongaliga Tónlistaháskúlanum fyri allar tónleikarar og sangarar í mai 2017.


Niklas var 9 ára gamalur, tá hann byrjaði at spæla gittara á Keypmannahavnar Musikskúla hjá Jens Overbye. Sum 19 ára gamalur slapp hann inn á Kongaliga Danska Tónlistaháskúlan í Keypmannahavn, har hann fekk Jesper Sivebæk og Lars Trier til lærarar. Í 2013 fór hann til Alicante í Spania at supplera, og í 2014 gjørdi hann tað sama á Franz Liszt konservatorium í Weimar. Í 2015 gjørdist hann Kandidat við hægsta próvtali á tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Í dag framførir Niklas kring allan heimin, og er hann eisini bjóðaður á konsertferðir í Russlandi, Kina, Venezuela og Týsklandi.


Virðislønir:

1. pláss í International Competition & Festival Berlin 2016
1. pláss í China Shenyang International Guitar Competition 2016
1. pláss í 18th ”Alirio Diaz” International Guitar Competition í Rust, Eysturríki 2016
1. pláss í 21st International Guitar Competition í Mottola, Italia 2015
1. pláss í 3rd international Guitar festival “Aachener Gitarrenpreis”, Týskland 2014
1. pláss í 9th International Guitar Competition í Olsztyn, Póllandi

 les meira um Niklas Johansen

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur