Innrita

Countrykonsert

Heimatíðindi

Countrykonsert

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.10.2017  



Tónleikur

Marty Stuart gjørdist av álvara kendur í áttatiárum sum partur av bólkinum hjá Johnny Cash. Sum solistur hevur hann havt hitt sum The Whiskey Ain't Workin',  This One's Gonna Hurt You , Tempted, Hillbilly Rock, Western Girls og Arlene. Marty Stuart hevur eisini The Marty Stuart Show, har hann fær vitjan av tónleikarum og spælir saman við teimum. 

Arnar Ingi Ólafsson er longu eitt kent navn í Føroyum eftir framførsluna á Country & Bluesfestivalinum í Sørvági. Hann hevur gjørt vart við seg í heimlandinum við sínum tulkingum av Johnny Cash, og hansara rødd liggur sera tætt við røddina hjá Cash. 

Eftir konsertina við hesum báðum kemur sjálvur country kongurin Hallur Joensen at spæla til dans.

Tað er Neistin, ið skipar fyri konsertini, ið er í Høllin á Hálsi í Havn nú leygarkvøldið 14. oktober, kl. 21.00
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur