Innrita

Blái Krossur økir um virksemið

Heimatíðindi

Blái Krossur økir um virksemið

Innlagt av Redaktiónini    tann: 23.10.2017  



Átrúnaður

Tað er við stórari gleði, at Blái Krossur nú fer at økja um virksemi í Suðuroynni.

Blái Krossur hevur m.a. sum endamál, at vera ein virkin felagsskapur kring landið, og hevur nú ognað sær bygning á Tvøroyri. Arbeiðið hjá felagsskapinum verður í ovaru hæddini, meðan endurnýtslan verður í niðaru hæddini.

– Tað er av stórum týdningi, at Blái Krossur sum felagsskapur kann røkka allastaðni í landinum og tí er hetta seinasta stigið sera gleðiligt, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.



Blákrossarbeiðið í Suðuroynni er tó ikki nýtt. Fyrsta Blákrossfelagið var nevniliga stovnað í Hvalba í 1904. Presturin, Franz Busch, tók stigið til at stovna føroyska felagið. Blái Krossur var upprunaliga stovnaður í 1877 í Sveits.


————————

Blái Krossur er ein kristin avhaldsfelagsskapur, ið arbeiðir fyri at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum og familjum teirra. Harumframt arbeiðir felagsskapurin eisini fyri at fyribyrgja, at fólk ikki koma í trupulleikar av rúsdrekka ella rúsi.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur