Innrita

Bara 20 valevnir til 17 sessir

Heimatíðindi

Bara 20 valevnir til 17 sessir

Innlagt av Redaktiónini    tann: 12.02.2018  



Onnur Tíðindi

Tað eru alt ov fá valevni til Umboðsráðsvali hesaferð.

Nýggj valevni fingu tíverri avmarkaðan møguleika at stilla upp.


Manglandi áhugin at eggja nýggjum valevnum at halda seg til, bendir á, at leiðslan og verandi umboðsráðslimir, verja seg móti kapping frá nýggjum valevnum (“protektionisma”)

Við lýsing i bløðunum fingu tryggingartakararnir bert tvær vikurs skotbrá at at stilla upp til komandi Umboðsráðsval.


Tá avgerðin er tikin um at stilla upp, skulu útvegast 25 tryggingartakarar at vera stillarar  -  tað er millum annað eitt av krøvunum fyri at kunna stilla upp til Umboðsráðsvalið.

Mannagongdin og stutta skotbráið gevur verandi Umboðsráðslimum og teim, ið áður hava stilla upp, ein munadyggan fyrimun framum nýggjar aktørar, ið skulu kunna seg, taka avgerð og so í gongd við uppstillingina, fyri fyrstu ferð.


Her er ov mikið ógjørt í mun til at fáa nýggj valevni á banan, og harvið er veruleikin at “elitan” fremur protektionismu. Lága talið av valevnum hesaferð, talar fyri seg.


Danska felagið Tryghedsgruppen, sum vit samanbera okkum við, gevur limunum 5 vikurs freist at stilla upp til val.

Kunningina um valið og uppstillingina fáa limirnir sendandi skrivliga beinleiðis við e-posti, umframt í tíðindaskrivum.

Tað hevur ført til at fleiri bjóða seg fram.



Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

(Eg standi ikki fyri valið hesaferð, men í 2020)

Tórshavn, tann 12. februar 2018


© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur