Innrita

A-landsliðið við kvinnum úttikið

Heimatíðindi

A-landsliðið við kvinnum úttikið

Innlagt av Redaktiónini    tann: 13.11.2017  



Onnur Tíðindi

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 24. november skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia

Um góðar tvær vikur, fríggjadagin 24. november verður seinasti dystur í hesum árinum á skránni, tá kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.


Higartil hava slovensku kvinnurnar spælt tveir dystir í hesari undankappingini, og eins og Føroyar, hava tær framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Slovenia hevur tapt 6-0 á útivølli móti Týskland, og 4-0 fyri Kekkia á heimavølli.


Pætur Smith Clementsen er landsliðsvenjari hjá kvinnum, og hann hevur nú sett navn á tær 20, ið eru úttiknar til dystin móti Slovenia.


Hópurin

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Birita B. Nielsen, B68

Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Lív F. Arge, Østerbro IF (DEN)

Súsanna Maria Hansen, B36

Heidi Sevdal, EBS/Skála

Ásla Johannesen, B36

Eyðvør Klakstein, Mislate CF (ESP)

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)

Milja R. Simonsen, HB

Jóna Nicolajsen, B36

Katrina Akursmørk, KÍ

Ansy Sevdal, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur

Laila Pætursdóttir, B68

Rebekka F. Banbakoura, HB

Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur