Innrita

Starvsfólk til Rúsdrekkasøluna á Sandi

Heimatíðindi

Starvsfólk til Rúsdrekkasøluna á Sandi

Innlagt av Redaktiónini    tann: 06.10.2017  



Leys størv

Hevur tú eitt fyrikomandi lyndi, góð samstarvevni og hug at arbeiða við kundum, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Tú kanst gerast partur av handilsoymi okkara og fáa møguleika at luttaka í skeiðum og tiltøkum, har tú kanst menna teg og kunna teg um vørur okkara.


Sum handilsfólk í Rúsdrekkasøluni skal tú ráðgeva og selja, samstundis sum tú fer at hjálpa við dagligu arbeiðsinum í handli okkara. Tað er ein fyrimunur, um tú fyrr hevur arbeitt við og ráðgivið um vørur okkara, og at tú dugir og ert von/vanur við at arbeiða við teldu. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú ert forvitin eftir at ogna tær nýggja vitan innan vørurnar.


Arbeðstíðin fyri starvið er 13 tímar um vikuna og má væntastat vera, tá handilin er opin.


Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið


Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.oktober 2017 og skal sendast við telduposti til kmj@rusan.fo


Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ronnie Davidsen, handilsleiðara á ronnie@rusan.fo

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur