Innrita

Húsavørður til Meginskúlan

Heimatíðindi

Húsavørður til Meginskúlan

Innlagt av Redaktiónini    tann: 18.10.2017  



Leys størv

  

Sandoyar Skúlasamband søkir eftir húsavørði at byrja beinanvegin. 
Ábyrgdarøki:

Húsavarðastarvi er eitt fulltíðarstarv. Húsavørðurin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum skúlans bygningum. 

Vit vænta av tær at tú:

• Hevur góð samstarvsevnir
• Hevur gott handalag, 
• Dugir væl at loysa uppgávur
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Umsøkjari má kunna arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

Setanartreytir:

• Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 1. aug 2018.
• Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála hjá Starvsmannafelagnum

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan mikudagin 25. oktober kl. 12.00 og skulu sendast til:

Kristinu Petersen
Mørkin Mikla 7
FO-210 Sandur
kristina.petersen@hotmail.com
Viðmerk brævbjálvan “Húsavørður”

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til formannin í Skúlasambandinum á tlf 224457.
© Sandportal - Sandoyarportalurin
Aftur